Útbúnaður

Articon hevur ein stóran, fjølbroyttan flota av gravimaskinum, kranum, last- og kranabilum og aðrari útgerð til byggivirksemi, sum tryggjar, at vit eru smidlig og munadygg til hvørja einstaka uppgávu. Hetta ger okkum før fyri at veita eina góða tænastu til bæði vinnu- og privatkundar.

Útbúnaður okkara er altíð væl røktur og tryggur, soleiðis at hann til eina og hvørja tíð lýkur krøvini frá avvarðandi myndugleikum.

  

Kranar

Við kranum okkara kunnu vit átaka okkum nógvar ymiskar uppgávur í vanligum byggiverkætlanum í sambandi við t.d. forskallings- og stálarbeiði eins og í seruppgávum s.s. lyfting av vindmyllum, skorsteinum, bátum v.m.

Articon hevur ein Grove 250 tons mobilkrana, sum lyftir upp í 95 metra hædd og ein Liebherr 110 tons rough terrain krana. Tá vit fara til verka, verður arbeiðið væl fyrireikað, og vit leggja stóran dent á, at loysa sjálvt tær mest torføru uppgávunar á ein tryggan, skynsaman og munagóðan hátt. Sí meira her.

Articon hevur eisini 3 hálvflytiførar byggikranar av slagnum IGO 50, sum allir hava eina krókhædd á 23,2 metrar og ein arm á 40 metrar. Harafturat hava vit ein Hoeflon C10 krana, sum er soleiðis bygdur, at hann kann pakkast saman, so hann gongur inn gjøgnum vanligar hurðar.

Kranabilar

Articon hevur tríggjar kranabilar, sum allir hava royndar førarar. Kranarnir eru frá 42 til 110 tons metrar. Bilarnir kunnu nýtast til at grabba tilfar, flyta containarar, gera forskallingsarbeiði, flyta størri lutir og nógv annað.

Gravimaskinur

Vit hava ein flota av framkomnum gravimaskinum. Articon átekur sær eina og hvørja graviuppgávu við maskinum í støddum frá 900 kg. til 52 tons. Størstu maskinurnar kunnu útgerast við ”Long Reach” útgerð, soleiðis at tær klára at grava eina vídd á 16 metrar. Nærum allar maskinur eru útgjørdar við GPS stýring til tess at tryggja neyvleika, virknisføri og dygd.

Lyftir og teleskoplessarar

Articon hevur bumm- og saksalyftir í nógvum ymiskum støddum bæði elektriskar og dieselriknar.

Vit kunnu átaka okkum uppgávur at lyfta upp í 28 metra hædd. Við Manitou telekoplessara kunnu vit lyfta upp í 25 metra hædd.

Vit hava 2 Ommelyftir, sum eru nyttuligar á tann hátt, at tær passa inn gjøgnum vanligar hurðar.

Samband

Næstu ferð tú skalt loysa eina gravi-, lyfti- ella flutningsuppgávu, set teg í samband við útbúnaðardeildina hjá Articon á +298 286168 og hoyr nærri um, hvussu vit kunnu hjálpa tær.