Hannis Aabak í starvsvenjing hjá Articon
Síðstu fimm vikurnar hevur Hannis Aabak, lesandi á Glasi, verið í starvsvenjing hjá Articon.
Hann hevur verið í elementhøllini á Sundi. Byggivinnan er spennandi, heldur Hannis, og valdi Articon, tí her er nógv fokus á framleiðslu og logistikk. «Hetta hevur verið stuttligt at royna. Eg vil heilt sikkurt mæla øðrum lesandi at starvsvenja í byggivinnuni, tí her hendir so nógv,» sigur Hannis.
Í starvsvenjingini havi eg arbeitt við optimeringum, KT-skipanum sum Revit og AutoCad, og rokniuppgávurnar hava eisini verið nakrar.
Hannis leggur dent á, at hann hugdi eftir virðunum hjá fyritøkunum, tá hann valdi arbeiðspláss. «Hetta hevur verið eitt fínt upplivilsi at verið hjá Articon. Skuldi nakað verið øðrvísi, so skuldi tíðin verið longri. 10 vikur hevði verið akkurát fyri», sigur Hannis at enda.