Lesandi - lestrargongan í Keypmannahavn

Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin samstarva við lesandi, ið eru undir hægri lesnaði. ArtiCon bjóðar millum annað:

  • Starvsvenjing
  • Summarstørv
  • Samstarv í sambandi við lestraruppgávur
  • Lærupláss at nema sær eina grundútbúgving

Starvsvenjing

Starvsfólkahópurin hjá ArtiCon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvsvenjing nógvir. Vit bjóða starvsvenjing fyri lesandi innan verkfrøði, byggifrøði, landmáting, búskaparfrøði, HTU og HR.
Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.

Summarstarv

ArtiCon bjóðar javnan lesandi inn at starvast í einum løntum summarstarvi. Sum lesandi hevur tú møguleika at gerast nógvar royndir ríkari, samstundis við, sum tú kann vinna tær eina góða inntøku. Um tú ynskir onkran uppgávur, sum stuðlar undir tína útbúgving, vilja vit royna at finna uppgávunar til tín.

Skriva tína uppgávu saman við okkum

Manglar tær íblástur, ella manglar tær eina “case” til tína verkætlan, tína bacheloruppgávu ella tína høvuðsritgerð, vilja vit fegin hjálpa tær ávegis.

Vit stremba altíð eftir at menna okkum fakliga, og vit virðismeta tí samstarvið við lesandi. Tín verkætlan ella uppgáva kann hjálpa okkum at menna okkara framleiðslu og byggiloysnir, og harvið kann tín vitan leggja lunnar undir ítøkiligan vøkstur.

Kom og møt ArtiCon!

ArtiCon luttekur javnan í starvstiltøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Vit luttaka fast á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og harumframt eru vit javnan at hitta á hægri lærustovnum og øðrum starvstiltøkum. Vit luttaka javnan á lestrargonguni í Keypmannahavn, har vit fegin møta tær. Kom og møt okkum og hoyr, hvussu tú kann byrja tína starvsleið hjá ArtiCon.

Application due
03.04.2028
Start date
Soon as possible
Position category
Lesandi/summarstarv/starvsvenjing
Type
Construction, Infrastructure
Workplace
Faroe Islands
Contact

Kristina Ejdesgaard

HR-ráðgevi

Follow us
Facebook LinkedIn Instagram Apply for position Other job applications