HTU-ráðgevi til ArtiCon
Kundi tú hugsað tær at arbeitt innan heilsu, trygd og umhvørvið (HTU) og hevur arbeiðsumhvørvið tín áhuga, so er hetta fjølbroytta og avbjóðandi starvið á okkara HTU-deild júst til tín.
Vit arbeiða við eini 0- hugsjón, ið merkir, at eingin, sum er til arbeiðis hjá okkum, skal fáa skaða ella varandi mein, og at okkara starvsfólk skulu koma heim frá arbeiði eins frísk, sum tá tey møttu til arbeiðis.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
at gera politikkir, váðametingar og APM (arbeiðsplássmetingar) v.m.
arbeiða við burðardyggum arbeiðsumhvørvi bæði likamliga, sálarliga og umhvørvisliga
skipa fyri átøkum innan HTU-økið
hjálpa leiðsluni á nýggjum verkætlanum í gongd við trygdararbeiðinum
at syrgja fyri at okkara trygdarútgerð er dagførd og í góðum standi
hava eftirlit við trygdini á okkara verkætlanum
at luttaka á trygdarfundum
Aðrar uppgávur
umsita HTU-appina og aðrar viðkomandi skipanir
samskipa og ráðgeva í samband við trygd á arbeiðsplássunum
umsiting av arbeiðsklæðum
hava trygdarkunning í samband við innleiðlsu av nýggjum starvsfólkum
gera og halda framløgur um HTU
annað fyrifallandi arbeiði
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. Tað er gott, men ikki eitt krav, um tú hevur trygdarsamskiparaskeið og onnur skeið innan arbeiðsumhvørvi.
Vit vænta, at tú:
trívist væl við ymisleikanum og dugir væl at møta starvsfólkunum, har tey eru
hevur áhuga, áræði og evni at arbeiða við uppgávum innan eftirlit og arbeiðsumhvørvislóggávuna
dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
hevur royndir við vanligum telduforritum eitt nú Word, Excel og Power Point og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar skipanir
vísir nærlagni í øllum uppgávum
trívist væl við ymiskum arbeiðsuppgávum
hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
dugir at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt
hevur koyrikort til bil
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum óformligum arbeiðsumhvørvi við ídnum starvsfeløgum, har tú innan HTU-økið fær góðar royndir, sum kunnu menna teg fakliga og persónliga.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Hjalla, men tú kemur at brúka nógva tíð úti á okkara verkætlanum kring landið.
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Evelyn Gaard, HTU-leiðara á tlf. 216188 ella Sunnvard Andreassen, framleiðsluleiðara á tlf. 226117.
Umsókn
Umsókn við prógvum og ævilýsing skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5.oktober 2023. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggi fyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.