Lærlingar
Nem tær eina dygdargóða yrkisútbúgving hjá ArtiCon
Leitar tú eftir einum læruplássi?
ArtiCon bjóðar avbjóðandi og mennandi yrkisútbúgvingar innan verklag-, byggi-, timbur-, og maskinsmiðarbeiði. Harumframt er eisini møguleiki fyri at koma í skrivstovulæru hjá okkum.
Okkara næmingar fáa allir eina dygdargóða yrkisútbúgving, og góður møguleiki er fyri at verða settur í fast starv eftir loknan lestur.
ArtiCon er ein fyritøka í stórum vøkstri, og vit søkja javnan eftir lærlingum.
Hví gerast lærlingur hjá ArtiCon?
Sum lærlingur hjá ArtiCon verður tú partur av eini fyritøku í stórum vøkstri. Okkara hægsta mál er at vera álítandi í okkara arbeiði, og vit leggja serligan dent á dygd, trygd og trivnað. Tú verður væl móttikin, og tú fært eina holla innleiðslu í ymisk viðurskifti í fyritøkuni harímillum, hvussu gerandisdagurin er samansettur á einum byggiplássi.
Innan stutta tíð verður tú fastur partur av einum toymi, og tú fær góðar starvsfelagar, ið allir eru fúsir at hjálpa tær ávegis við tíni fakligu og persónligu menning.
Hjá okkum skal tú bæði brúka hendurnar og høvdið, og tú sleppur at vera partur av at skapa framtíðarinnar Føroyar.
Hjá ArtiCon raðfesta vit yrkisútbúgvingarnar høgt, og vit hava millum annað ein árligan lærlingadag við bæði fakligum og sosialum innihaldi. Harafturat hava vit skipaðar lærlingasamrøður, har endamálið er at tryggja, at allir lærlingar mennast fakliga og persónliga og trívast í teirra útbúgving.
Lærutíðin sum handverkari er 4 ár, harav 55 vikur eru á Tekniska Skúla í Føroyum. Harafturat kann tað koma fyri, at tú skal í skúla í Danmark alt eftir, hvørja yrkisútbúgving tú fer undir.
Yrkisútbúgvingin gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað.
Tú søkir eitt lærupláss her.
Samband
HR-deildina
+298 286171