10 Lærlingar til húsasmíð, anlegssmíð ella byggismíð

Er tú klárur at fara í gong við  eina spennandi yrkisútbúgving sum húsasmiður, byggismiður ella anlegsmiður?

Vit søkja eftir 10 lærlingum innan byggi- og verklagsvinnuna at byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggi- og verklagsarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn, í Klaksvík ella í Danmark í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er 4 ár. Teknisku skúlarnir til anlegssmið og byggismið eru í Danmark. Teknisku skúlarnir til húsasmiðir eru í Havn ella í Klaksvík.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin, virðing og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Hvør kann søkja?

Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við  nám x í Fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti.

Løn

Løn og setanartreytir sambært galdandi lærlingasáttmála.

Umsóknarfreist
17.07.2026
Byrjanardagur
31.08.2026
Yrkisøki
Lærlingur
Slag
Bygging
Arbeiðsstaður
Føroyar
Samband

Heri Kjærbo

HR-leiðari

Eyðfinn Guttesen

Verkætlanarleiðari

Fylg okkum
Facebook LinkedIn Instagram Søk starvið Onnur leys størv