Vilt tú seta spor eftir teg kring alt landið?
ArtiCon søkir húsasmiðir til okkara timburtoymi í Elementhøllini á Sundi – byrja skjótast gjørligt
Dámar tær at arbeiða við hondunum, síggja úrslit og ikki vera á sama staði dag eftir dag?
So er hetta starvið fyri teg.
Hjá ArtiCon verður tú partur av einum sterkum toymi, sum arbeiðir kring alt landið við fjølbroyttum uppgávum. Tit flyta tykkum saman frá verkætlan til verkætlan – og síggja arbeiðið taka skap beint fyri eygunum á tykkum.
Her er eingin dagur eins og her sæst tað, tú gert.
Hvat fert tú at gera?
Tú verður partur av einum timburtoymi, sum arbeiðir við fjølbroyttum timburuppgávum kring Føroyar:
✔ Alt frá rábygging til liðugt arbeiði
✔ Bæði nýbygging og umvæling/renovering
✔ Uppgávur, sum krevja fakligan førleika og gott handverk
✔ Tætt samstarv við arbeiðsleiðslu og onnur fakøki
✔ Eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum arbeiði
Hevur tú ein góðan arbeiðsmakkara ella fleiri? Tit eru vælkomin at søkja saman!
Vit leita eftir tær, sum:
Hvat fært tú hjá okkum?
Vilt tú hava eitt arbeiði, har tú bæði sært úrslit og upplivir nakað nýtt?
So hoyra vit fegin frá tær.