Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá ArtiCon at tryggja, at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tú er kunnað/ur um, hvat verður skrásett um teg sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

ArtiCon er dátuábyrgdari

ArtiCon er dátuábyrgdari fyri teimum upplýsingum, sum tú deilir við okkum, í sambandi við at tú søkir starv.

Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

P/F ArtiCon
Á Hjalla 20
188 Hoyvík
Tel.: +298 350700
T-post: articon@articon.fo

Umboð fyri dátuábyrgdaran í ArtiCon:

Rúni Thomsen, KT leiðara
runi@articon.fo ella +298 216142 

Kristina Ejdesgaard, HR ráðgeva
kristina@articon.do ella +2985 275127

Nær viðger ArtiCon persónupplýsingar um teg

Tá ið tú søkir starv gjøgnum rekrutteringskipanina, góðtekur tú, at vit skráseta og savna persónligu upplýsingar tínar.

Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

ArtiCon hevur tørv á at viðgera tínar persónupplýsingar til tess at tryggja eina góða og sakliga setanartilgongd. Um tú verður sett/ur í starv, hava vit tørv á tínum upplýsingum til at kunna skráseta teg í okkara starvsfólkayvirliti. Til hesa viðgerð er skjalið ”kunning í samband við savning og handfaring av persónsupplýsingum – starvsfólk” galdandi. Tá starvsfólk verða sett í starv, fáa tey kunning um hesi viðurskifti og galdandi mannagongdir. 

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum í setanartilgongdini er í dátuverndarlógini:

§ 8, stk. 1, nr. 2 - Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin

§ 8, stk. 1, nr. 6 - Viðgerð er neyðug fyri, at dátuábyrgdarin ella ein triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um.

Sløg av persónupplýsingum

ArtiCon viðger teir persónupplýsingar, sum tú tøppar inn í umsóknarblaðið, viðheftir ella annars deilir við okkum í setanartilgongdini.
Tað verið seg vanligar samskiftisupplýsingar: navn, bústaður, t-postur og telefonnummar.
Umframt upplýsingar um útbúgving og starvsroyndir, privat viðurskifti og aðrir upplýsingar sum tú velur at deila við okkum.

Móttakarar ella bólkar av móttakarum

ArtiCon kann deila umsóknina við innahýsis starvsfólk, sum eru við í setanartilgongdini, og við møguligan uttanhýsis triðjapart, sum hjálpir til í tilgongdini. Triðjipartur fevnir eitt nú um rekrutteringsfyritøkur, ið bjóða persónleikatestir v.m. Dátuviðgerðarvatala fyriliggur við slíkan triðjapart.

Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

ArtiCon nýtir skipanina Talent Recruiter í samandi við umsóknar- og setanartilgongdir. Veitari av skipanini er útlendska fyritøkan Talentech. Dátuviðgerðaravtala fyriliggur millum ArtiCon og Talentech, og tryggja vit okkum herundir, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Persónupplýsingar sum ArtiCon fær í eini setanartilgongd stava beinleiðis frá tær.
Nýggj starvsfólk verða sett í starv umvegis okkara rekrutteringsskipan, og stava upplýsingarnir sum ArtiCon fær í hendi frá hesi skipan.
Men upplýsingar kunnu seinni koma frá øðrum: í summum førum fær ArtiCon persónupplýsingar frá almennum myndugleikum, t.d. arbeiðsloysisskipanini ALS.
Um tørvur er á at seta seg í samband við referensur (t.e. fyrrverandi arbeiðsgevara) so verður hetta gjørt í samráð og við samtykki við umsøkjaranum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

ArtiCon hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

ArtiCon goymir í hesum sambandi tína umsókn og aðrar upplýsingar, sum tú hevur tøppað inn, til setanartilgongdin er av og í tíðarskeiðinum aftaná, tá ið vit halda, at umsóknin er viðkomandi fyri okkum, men aldrin longur enn 6 mánaðir.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum, sí samskiftisupplýsingar undir punkt 1.

Rætturin til kunning (§§ 23-25)
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing,

Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Rættin til at taka samtykki aftur
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur.
Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo.