Eg havi ment meg bæði persónliga og fakliga
Dánjal Sørensen er timburmaður og byggitøkningur. Hann hevur starvast hjá ArtiCon síðani 2008.
Útbúgvingin sum timburmaður
- Mín leiklutur hjá ArtiCon byrjaði í summarferiuni, eftir at eg hevði lokið 8. flokk. Mær dámar sera væl tað fakliga í timburfakinum, og so dámar mær at brúka mínar hendur til okkurt.
Lærutíðin hjá ArtiCon byrjaði í eini verkætlan, har vit gjørdu útveggir og gipsaðu. Eg eri eisini sloppin at tekja og nógv annað. Uppgávurnar í lærutíðini eru nógvar og ymiskar.
Lærutíðin hjá mær var góð, og eg treivst sera væl. Eg fekk góðar starvsfelagar, og tað sosiala samanhaldið hevur verið ótrúliga gott.
Útbúgvingin sum byggitøkningur
- Tað lá ikki beinleiðis í kortunum, at eg fór at lesa víðari, tí mær dámar ikki so væl at ganga í skúla, men tað tekur tvey ár, og tí helt eg, at eg skuldi geva tí ein møguleika.
Tað er ikki frítt, at man hevur sæð hinar byggileiðararnar hjá ArtiCon arbeitt á kontórinum og droymt um at vera ein av teimum, so tað var avgjørt eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at lesa víðari.
Hóast eg júst eri útlærdur, og hetta er mín fyrsta vika til arbeiðis sum byggitøkningur, so havi eg longu fingið stóra ábyrgd. Mín uppgáva er í høvuðsheitum at fyrireika arbeiðið hjá arbeiðsfólkunum á byggiplássinum, og harafturat havi eg ábyrgd av at skaffa ymiskt tilfar. Tað, sum mær dámar serliga væl í mínum arbeiði er at síggja, at arbeiðið gongur framá hvønn dag.
Yrkisleiðin saman við ArtiCon
- ArtiCon hevur givið mær sera góðar møguleikar fyri víðari menning. Eg endaði jú við at lesa víðari, og onkursvegna er tann áhugin komin við at arbeiða hjá ArtiCon og av at sleppa at vera ein partur av teimum stóru verkætlanunum, sum ArtiCon arbeiðir við.