Útbúgvingin er bæði áhugaverd og avbjóðandi
Jens Kristjan Magnussen er undir yrkisútbúgving hjá ArtiCon, har hann lærir til byggismið.
- Eg havi arbeitt nógv ár í fakinum frammanundan, men eg manglaði at nema mær eina útbúgving. Tá eg sá, at ArtiCon søkti eftir fólki til at læra til byggismið, valdi eg at senda eina umsókn, og eg var so heppin, at eg fekk bjóðað lærupláss, sum eg sjálvandi takkaði ja til.
- Mær dámar sera væl handligt arbeiði, og eg haldi, at útbúgvingin er bæði áhugaverd og avbjóðandi. Arbeiðsuppgávurnar eru sera skiftandi, og eingin dagur er líka. Tað dámar mær ógvuliga væl.
- Vit byrja klokkan 07.00, har formaðurin sigur, hvørjar uppgávurnar eru fyri dagin, og so fara vit til verka. Arbeiðið hjá mær fevnir um alt frá at leggja rør til at koyra maskinu umframt nógv annað fyrifallandi arbeiði.
- Mær dámar ógvuliga væl at starvast hjá ArtiCon. Tað hevur nógv at týða fyri meg, at eg havi góðar starvsfelagar, og tað havi eg her. Og so dámar mær sum heild væl at arbeiða uttandura, og arbeiðsuppgávurnar passa mær sera væl.
- Við míni útbúgving vóni eg, at eg kann gera mun.