Her eri eg í støðugari menning
Kenneth á Argjaboða er timburmaður og byggitøkningur. Hann hevur starvast hjá ArtiCon síðani 2006.
Útbúgvingin sum timburmaður
- Mín áhugi liggur innanfyri at byggja og at arbeiða við byggitilfari, og tí byrjaði eg hjá ArtiCon í 2006. Mær dámar serliga væl at skapa nakað úr ongum, og eg haldi tað vera hugtakandi, at eg kann vera við til at byggja nakað, sum kanska kemur at standa í 100 ár.
Í mínum arbeiði sum timburmaður havi eg verið við til at byggja varðar í føroyska samfelagnum. Farstøðin í Vága Floghavn, Boðanesheimið og Skúlin á Argjahamri eru verkætlanir, sum eg eri serliga stoltur av, at eg slapp at vera við til at gera.
Útbúgvingin sum byggitøkningur
- Mær hevur altíð dáma væl at læra nýggj ting, og tá eg sá lýsingina um at gerast byggitøkningur, tók eg av.
ArtiCon spældi eisini ein stóran leiklut í, at eg valdi at lesa víðari, tí eg havi altíð sæð upp til teir leiðararnar, sum eg havi havt rundan um meg í felagnum.
Sum byggitøkningur siti eg millum annað á skrivstovu og tekni. Tað er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði, tí eg sleppi javnan at tekna nakað, sum eg ikki havi roynt fyrr.
Yrkisleiðin saman við ArtiCon
- Hjá ArtiCon fært tú altíð nógvar avbjóðingar, bæði fakliga og persónliga, og tí er man altíð í eini støðugari menning her.
ArtiCon hevur havt stóran týdning fyri mína yrkisleið, og her trívist eg sera væl.