Starvspraktikantur innan bygging til ArtiCon

Nú hevur tú møguleikan at koma í starvsvenjing í eini føroyskari byggifyritøku, sum setir dygdina, trygdina og trivnaðin í hásæti. Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin samstarva vit teg, ið er undir hægri lesnaði.

Vit hava bæði størri og smærri verkætlanir, so góður møguleiki er at fáa fjølbroyttar uppgávur, avbjóðingar og royndir í starvstíðini.

Arbeiðsøki

Starvið sum Starvspraktikantur innan bygging fevnir millum annað um:

  • Gera arbeiðstekningar

  • Arbeiða við Revit

  • Ymiskar HTU-uppgávur

  • Lagurstýring

    • Forskalling

    • Armering

    • Timbur

  • Skipa byggipláss

  • KS-arbeiði

Men vit frætta fegin meira um tað, tú brennir fyri í lesnaðinum!

Tín vangamynd

Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú hevur lisið eina tíð, men manglar ta síðstu praktikkina.

Vit bjóða

Eina spennandi og avbjóðandi praktiktíð, har tú hevur møguleika at ávirka og fáa ábyrgd. Tú hevur góðar umstøður at menna teg bæði persónliga og fakliga, so tú leggur lunnar undir eina komandi yrkisleið.

Meira at vita

Hevur tú spurningar til praktikkstarv hjá okkum, kanst tú venda tær til Hera Kjærbo, HR-leiðara á tlf. 286171.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til starv@articon.fo.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.