Starvsvenjing

 

Hjá ArtiCon vilja vit fegin samstarva við lesandi, og tí bjóða vit starvsvenjing fyri lesandi innan til dømis byggifrøði, byggiverkfrøði, landmáting, HTU, HR og búskaparfrøði.

Sum starvsnæmingur hjá ArtiCon verður tú nógvar virðismiklar royndir ríkari, og tú kemur at menna teg bæði fakliga og persónliga. Tú sleppur í stóran mun sjálv(ur) at avgera, hvørjar uppgávur tú fert í holt við í tíni starvsvenjing. Hetta fyri at tú í størstan mun sleppur at nema tær tann serkunnleika, sum tú hevur áhuga fyri.

Endamálið við eini starvsvenjing hjá ArtiCon er, at tú sum lesandi fær møguleika at nýta tey amboð, ið tú hevur lært í sambandi við tína útbúgving. Harafturat er endamálið at búgva teg til arbeiðsmarknaðin og til tær mongu avbjóðingarnar, sum tú kanst møta á tíni yrkisleið.

Hvør ert tú?

  • Tú ert lesandi innan byggifrøði, byggiverkfrøði, landmáting, HTU, HR, búskaparfrøði ella líknandi.
  • Tú ert áhugað(ur) í byggivinnuni.
  • Tú ynskir at gerast partur av eini fyritøku í stórari menning, har tingini til tíðir skulu ganga skjótt.
  • Tú ert sjálvstøðug(ur) og fús(ur) at læra og seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.

Soleiðis søkir tú

Ert tú áhugað(ur) í at sleppa í starvsvenjing hjá ArtiCon? Trýst her, útfyll oyðublað og send inn 

HR-deildina

+ 298 286171 ella +298 286122