Í starvsvenjing hjá Articon

Dánjal Pauli í Búðini

Byggiverkfrøði á DTU í Ballerup

“Eg var nógv betur tilbúgvin at fara í holt við lesnaðin aftur eftir mína starvsvenjing”

Dánjal Pauli í Búðini hevur verið búðsitandi í Keypmannahavn, lisið til verkfrøðing á DTU í Ballerup

Eg eiti Dánjal Pauli í Búðini og lesi byggiverkfrøði á DTU í Ballerup. Á heystið 2016 var eg í starvsvenjing hjá Articon.

Eg valdi at søkja hjá Articon av tí orsøk, at Articon er ein føroysk fyritøka, ið arbeiðir við projektering og er útinnandi. Eins og nógv onnur, sum lesa innan byggivinnu, so hevði eg ringt við at gera av, um eg skuldi vera í einari útinnandi ella projekterandi deild, og í vónini um at sleppa at royna bæði valdi eg at søkja hjá Articon. Harafturat var eg eisini áhugaður í at royna at arbeiða í einari føroyskari byggifyritøku, soleiðis at eg kundi føla, um tað var nakað fyri meg, ella um eg heldur skuldi søkja hjá onkrari danskari fyritøku, tá eg var liðugur í skúlanum.

Eg sendi eina umsókn til Articon á vári í 2016, og stutta tíð eftir bleiv eg biðin um at koma til samrøðu hjá teimum. Til samrøðuna avtalaðu vit, at eg bæði skuldi sleppa at royna at vera partur av einari projekterandi deild og í einum útinnandi toymi. Stutt eftir samrøðuna komu vit ásamt um, at eg skuldi byrja í starvsvenjing eftir summarferiuna í 2016.

Eg byrjaði í starvsvenjing tann 1. septembur, har eg beinanvegin bleiv partur av tí projekterandi toyminum, ið skuldi arbeiða við smoltstøðina hjá Bakkafrost Norðuri á Strond. Hetta var ein spennandi uppgáva, og eg fekk rættuliga skjótt ábyrgd fyri ymsum arbeiðsuppgávunum so sum at tekna og gera leysligar útrokningar uppá onkrar av smærru bygningunum, ið liggja upp at smoltstøðini.

Harafturat kannaði eg, um tað vóru samanstoytir millum konstruktiónir og installatiónir á tekningunum hjá teimum ymsu ráðgevunum. Eg var við til nógvar projekterandi fundir, har eg slapp at vera ein partur av toyminum og greiða frá um tað, sum eg hevði staðið fyri.

Eftir tveir mánaðir í tí projekterandi toyminum fór eg norður til Árnafjarðar at búgva og var við í tí útførandi toyminum restina av tíðini. Eg fór norður á Strond mánamorgun og suður aftur hóskvøld, soleiðis at eg bara arbeiddi 4 dagar um vikuna. Á plássinum hevði eg millum annað ábyrgd av góðskutryggjanini (KS) og stóð fyri at kanna, um alt arbeiðið var útført eftir galdandi tekningum. Á smoltsøðini vóru serlig krøv til betongyvirflatur, har eg hevði ábyrgdina av, at hesi krøv vórðu hildin. Her hevði eg tveir menn undir mær, ið tóku sær av slípa og spartla yvirflatir. Eisini tók eg mær av at gera eina byggiplássskipan fyri økið. Á plássinum vóru mangar ymsar uppgávur, og sum heild var eg partur av toyminum, ið samskipaði arbeiðið á plássinum.

Alt í alt var eg væl nøgdur við mína starvsvenjingartíð hjá Articon, har eg bæði royndi at arbeiða við projektering og at útinna (framleiða) arbeiði, ið var júst tað, eg hevði vónað, samstundis sum eg fekk innlit í føroysku byggivinnuna. Tí var tað eisini tað heilt rætta fyri meg at velja Articon, og var eg nógv betur tilbúgvin at fara í holt við lesnaðin aftur eftir mína starvsvenjing.