Burðardygd

Fyri Articon hevur burðardygdin í verklags- og byggiarbeiðum stóran týdning. Tað er umráðandi, at vit hugsa burðardygdina inn í uppgávurnar frá byrjan.

Umhvørvislig, sosial og fíggjarlig burðardygd kann hugsast inn í flest allar uppgávur. Tá ein kundi til dømis ynskir at byggja ein burðardyggan bygning, kann okkara tænastutoymi longu í projekteringstilgongdini hugsa burðardygdina inn í byggingina.

Burðardygdin er á trimum økjum:

  1. í umhvørvinum: vit hugsa um at minka um orkunýtsluna, CO2-nýtsluna og burturkast
  2. í tí sosiala: inniklima, trygd og hugni
  3. í búskapinum: munadygg nýtsla av víddini, leggja dent á heildarbúskap og haldføri.

Í Articon kunnu vit geva okkara íkast við vitan og førleikum innan øll omanfyri nevndu økir. Vit hjálpa og vegleiða fegin byggiharrum at greina, hvat skal til fyri at fáa eina burðardygga bygging.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkara tænastutoymið til eitt óbindandi prát um tykkara ætlanir. Tænastutoymið hevur telefon 28 61 41

Jógvan G. Müller, leiðari fyri tænastutoymið