HEILSA, TRYGD OG UMHVØRVI

Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá Articon. Tí verða heilsa, trygd og trivnaður sett í hásæti í øllum lutum. Vit eru sannførd um, at góður trivnaður í arbeiðsumhvørvinum betrar skapanarevnini hjá fólki. Og við góðum trivnaði og sannari skapanargleði økja vit framleidni til frama fyri fyritøku og starvsfólk.

Okkara grundsjónarmið er, at menniskju hava ein natúrligan áhuga í støðugt at menna seg. Starvsfólk hjá Articon hava góðar møguleikar at menna seg bæði fakliga og persónliga, so vit saman taka ábyrgd fyri egnum trivnaði og framtíðar avbjóðinginum. Vit hava tískil eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi, har øll okkara starvsfólk fáa dygdargóða upplæring.

0-hugsjón

Articon arbeiðir við 0-hugsjónini sum grundarlagi. Eingin skal fáa skaða ella varandi mein í arbeiði hjá okkum. Trygdarumboð fundast javnan við trygdarleiðararnar á deildunum fyri støðugt at tryggja, at trygdin er í lagi.

Vit fylgja vegleiðingum hjá “Branchearbejdsmiljøet for Bygge & Anlæg”. Harvið halda vit eisini arbeiðsumhvørvislógina. Vit hava eina vælskipaða trygdarskipan, og við henni miða vit eftir at loysa øll okkara trygdarviðurskifti innanhýsis.

Øll trygdarumboð, formenn, verkætlanarleiðarar og stjórn hava verið á skeiði í fyrstuhjálp, og vit stremba eftir at geva okkara starvsfólkum neyðugu eftirútbúgvingarnar fyri at tryggja okkum, at trygdin er í lagi.

Articon leggur í øllum sínum virksemi áherðslu á at hava fyrilit fyri umhvørvinum. Hetta verður gjørt við at sýna skynsemi í stórum sum smáum. Vit leggja okkum eftir at hava umhvørvisvinarlig tól, sum skulu hava minst møguligt útlát. Orka skal nýtast við skili, dálking skal fyribyrgjast, og har arbeitt verður, skal óljóð avmarkast.

Í strembanini eftir munagóðari umhvørvisvernd miða vit eftir, at maskinur og bilar skulu hava nýggjastu tøkni, ið tekur fyrilit fyri umhvørvinum. Øll nýtsla av brennievnum skal avmarkast, burturkast skal handfarast rætt, og maskinur og bilar skulu sløkkjast, tá ið hesi ikki verða nýtt. Vit halda støðugt eyga við møguleikum fyri endurnýtslu av tilfari.

Bygningar hjá Articon skulu verða so umhvørvisvinarligir, sum tilber. Eitt gott dømi um hetta er bygningurin hjá Articon á Skála, ið er fyrsti bygningur í Føroyum, sum bleiv hitaður við sjógvhita. Royndirnar frá hesum bygningi vóru gagnnýttar, tá ið Tórshavnar Kommuna eftir uppskoti frá Articon avgjørdi, at Boðanesheimið skuldi hitast við sjógvhita.

Fyri at fara sum best um, hevur Articon greiðar mannagongdir, sum hava til endamáls at avmarka skaðar á tól og umhvørvi. Tá ið samanum kemur, ger hetta eisini raksturin hjá Articon skynsamari í longdini.

Evelyn Gaard, HTU-leiðari

Evelyn Gaard, HTU-leiðari
Telefon +298 216 188

Tórður Olsen, HTU-ráðgevi
Telefon +298 216134