Articon hevur umvælt og víðkað Á handilin við Landavegin. Handilin er vaksin frá 600 m² til 900 m².  Arbeiðið bleiv gjørt í stórarbeiðstøku. Fyrst var ein partur niður av gamla handlinum brotin. Síðani var alt umbygt frá grundini av. Arbeiðið umfatar jørð- og kloakk, timbur- og múraraarbeiði og betong arbeiði.

ZETA Arkitektar stóðu fyri projekteringini.Hinir arbeiðstakararnir á staðnum vóru Tummas Eli Hansen, El. Og Uni Zachariasen, málaraarbeiðið.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
P/F Poul Hansen
Tíðarskeið
Mars 2018 - november 2018
Sáttmálaupphædd
Ikki alment