Brúgvin um Fossá í Vestmanna

14. februar 2019 undirskrivaðu Vestmanna Kommuna og Articon sáttmála um at gera brúgv um Fossá í Vestmanna.

Seinast í februar mánaði 2019 varð byrjað at projektera brúnna, sum arkitektavirkið EYA sniðgav. Handverkaraarbeiðið fór í gongd í mai mánaði.

Nýggja brúgvin um Fossá er tveysporað við gongubreyt. Brúgvin er brettiforskallað og staðstoypt. Tað eru umleið 500 m3 av betong nýtt til brúnna.

Vit ynskja at vera so burðardygg sum gjørligt, og tí gleðast vit um, at tað hevur eydnast okkum at endurnýta timburforskallingina, sum varð nýtt til at gera brúnna.

Fakta

Arbeiðstøka
Heildararbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Vestmanna Kommuna
Tíðarskeið
Februar 2019 - juli 2019
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn