Eitt trygt grundarlag

ArtiCon er byggifelag, sum hevur førleikar innan alt byggiarbeiði. Undir slagorðinum “Eitt trygt grundarlag” leggur ArtiCon stóran dent á at vera álítandi, veita eina dygdargóða tænastu og halda gjørdar avtalur.

Bæði sum høvuðsarbeiðstakari ella sum undirveitari kann ArtiCon stýra verkætlanum frá skitsu til veruleika.

ArtiCon hevur sera dugnalig starvsfólk og hevur gott samstarv við ein breiðan hóp av samstarvsfeløgum og undirveitarum bæði í Føroyum og uttanlands. ArtiCon hevur millum annað bygt skúlar, havnir, sambýli og stovnar, vegir, tunlar, skrivstovubygningar og mangt annað.

Við greiðum mannagongdum, hollari prosjektleiðslu og neyvari góðskutrygging, veitir ArtiCon røttu dygd, rættstundis og fyri avtalaðan prís