Umbyggingar og ábøtur á flakavirkjum

Størri og smærri umvælingar, sum eru gjørdar serliga á virkinum í Runavík. Arbeiðið er í samstarvi við byggiharran lagt soleiðis til rættis, at framleiðslan kann halda fram alla tíðina. Umvælingarnar hava sostatt darvað virkseminum minst møguligt. At umvæla og framleiða samstundis setur stór krøv til tíðarætlan, og hvussu arbeiðið verður skipað og lagt til rættis. Bæði vit og byggiharrin hava verið nøgdir við mannagongdina.

Fakta

Arbeiðstøka
Umbyggingar og ábøtur
Slag av arbeiði
Ánari
Føroya Fiskavirking
Tíðarskeið
Juni 2001 -
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn