Vegagerðin av Hans Andriasar gøtu, sum umfatar ger av vegi frá Landavegnum niðan á Marknagils vegnum framvið Skúlanum á Fløtum, er liðug og avhendað Tórshavnar kommunu.

Teinurin á Marknagils vegnum frá innkoyringini Undir Gráasteini og oman móti Landavegnum er eisini høvuðs umvældur saman við eini umfatandi umlegging av el- og telekervinum. Íbinding og liðug ger av Janusar gøtu hevur eisini verið partur av hesi verkætlan.

Umframt nógv grevstrar- og planeringsarbeiði eru lagdir áleið 3,4 km av kantsteinum, asfalteraðir 23.400 m2, og 1,5 km av timburkanti eru settir upp.

Fakta

Arbeiðstøka
Fakarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Tórshavnar kommuna
Tíðarskeið
Februar 2020 til februar 2021
Sáttmálaupphædd
Ikki alment