Hotel Brandan

Articon hevur bygt glæsiliga Hotel Brandan, sum er staðsett á Oknarvegi í Tórshavn.

Hotellið hevur 124 kømur, harav 6 kømur eru til rørslutarnað, og 2 svitur.

Hotel Brandan er eitt hotell við alskyns nýmótans hentleikum, samstundis sum tað er bygt við ansi fyri umhvørvinum. Kontrast hevur sniðgevið.

Burðardygg bygging

Longu við verkætlanarbyrjan varð dentur lagdur á, at hotellið í mest møguligan mun skuldi verða grønt.

Tað grøna sjónarhornið sást longu í prosjekteringsfasuni. Bygningurin er væl bjálvaður, meðan vindeygu og glaspartí eru av orkusparandi tilfari í høgum grønum flokki. Harumframt er serligur dentur lagdur á, at bæði hita- og ventilatiónsskipanin, eins og el- og netskipanin saman við útbúnaði eru so umhvørvisvinarlig sum gjørligt. Hetta hevur við sær, at orkutørvurin at reka hotelraksturin er sera lítil.

Hotel Brandan fekk í september 2020 viðurkenning frá Green Key, sum er altjóða umhvørvisvinarlig skipan, ið gevur serliga viðurkenning til ferðavinnufyritøkur, sum hava gjørt nakað serligt fyri at verja umhvørvið.

Sum grundgeving fyri viðurkenningina sigur Green Key m.a., at Hotel Brandan leggur serligan dent á at minka um matspill, orkunýstlu og plastnýtslu.

Hotel Brandan, sum er fyrsta føroyska hotellið, ið fær Green Key viðurkenningina, er við til at stimbra ta umhvørvisligu menningina í okkara oyggjasamfelag. Hotel Brandan setur treytir til útvegarar um at taka atlit og virka til frama fyri umhvørvið.

Stødd:

Stødd á grundstykki: 7.281 m²

Grundplanur á bygningi: 1.377 m²

Brutto gólvvídd á bygningi: 4.814 m²

4 hæddir

124 kømur; harav 6 kømur eru til rørslutarna og 2 svitur.

Fakta

Arbeiðstøka
Heildararbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Hotel Hafnia
Tíðarskeið
September 2018 - juni 2020
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn