Hoyvíkar kirkja

Grundarsteinurin bleiv lagdur av Margrethu drotning 20. juni 2005. Arbeiðið, sum fevndi um allar partar av vanligum byggiarbeiði, byrjaði 5. septembur sama ár.

Kirkjan, sum hábærsliga stendur út í Tútakannutjørn, er stoypt upp frá grundini og heilt upp í tornið. Tekjan er úr kopari. Innan er kirkjan klødd við oregon pine eins og benkur og prædikustólurin eisini eru úr oregon pine. Gólvið er úr ask. Doypifunturin er úr gróti frá Grótvirkinum í Skopun.

Kirkjan bleiv latin Tórshavnar Eystara Kirkjuráð 14. septembur 2007 og vígd allahalgannasunnudag 4. novembur 2007.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Tórshavnar Eystara Kirkjuráð
Tíðarskeið
Septembur 2005 - septembur 2007
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn