Listasavnið á Sandi

Sofus Olsen sáli - heimasandsmaður sum í mong ár var búsitandi í Havn - var íðin listasavnari. Hann ynskti at geva listini, hann hevði savnað, ein felags karm, soleiðis at hon kundi vera verandi savnað, eisini eftir at hann var farin. Tí lat hann listasavn byggja á Sandi.

Talan er um ein timburbygning í tveimum hæddum á 120 m2. Arbeiðið byrjaði í juli 2005 og varð handað á 92 ára føðingardegi Sofusar 10. desembur sama ár. Bygningin og listaverkini lat hann síðan sjálvsognarstovni, sum Sands Kommuna umsitir. Ein stórfingin gáva til bygdina, oynna og fólkið, har býr, og eitt virðiligt minni um gevaran.

Fakta

Arbeiðstøka
Heildararbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Sjálvsognarstovnur undir Sands Kommunu
Tíðarskeið
Juli 2005 - desembur 2005
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn