Skúlin á Argjahamri

Skúlin á Argjahamri er bygdur sum tvey sporaður skúli fyri næmingar frá 1-9 flokk og rúmar herumframt eisini frítíðarskúla. Skúlin er bygdur eftir galdandi krøvum og er sera orkusparandi. Nógv er eisini gjørt, fyri at ljóð- og ljósviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at øll kunnu trívast væl í skúlanum.

Skúlin er ætlaður umleið 450 næmingum og 50 starvsfólkum, og samlaða gólvvíddin er góðar 7.000 fermetrar.

Samsvarandi fólkaskúlalógini er skúlin skipaður í tríggjar undirvísingarpartar. Hetta kemur eisini til sjóndar í byggingini, har undirvísingarpartarnir halda til í hvør sínum bygningi, meðan tann fjórði bygningurin er karmur um eina dupulta fimleikarhøll. Hvør undivísingarpartur er skipaður sum sjálvstøðug eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Serhølir og námsfrøðiligur tænastudepil liggja á hæddini undir undirvísingarpørtunum við beinleiðis trappusambandi. Teir 4 bygningarnir eru bundnir saman við felagsøkjum sum t.d. forhøll og samkomuhøll. Tað eru MAP Arkitektar, sum hava teknað Skúlan á Argjahamri.

Eftir eina undangóðkenning vóru 5 fyritøkur útvaldar at geva tilboð upp á at byggja skúlan, og tá lisitatiónin var hildin 4. juli 2008, var tað Articon, ið hevði lægsta boðið. Byggiharrin, ið var Tórshavnar kommuna, valdi at skipa byggingina í partalagi, sum bleiv staðfest í partalagsavtala 10. oktobur 2008.

Byggingin, ið byrjaði 20. mai 2009, tá fyrstu formarnir blivu stoyptir, var framd í høvuðsarbeiðstøku við Install, Demich, Inntakt, Málarameistara Anskar Hansen og Gólvbúna sum undirveitarum til ávikavist el,- hvs-, tak-, málara- og gólvarbeiði. Byggingin og samstarvið við byggiharra, ráðgevar og brúkarar gekk fyrimyndarliga, og lidni skúlin varð handaður Tórshavnar kommunu tann 14. juli 2011.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka í partalagi
Slag av arbeiði
Ánari
Tórshavnar Kommuna
Tíðarskeið
Mai 2009 – juli 2011