Skúlin við Løkin - Kommunuskúli í Runavík

Býráðið fyri Runavíkar Kommunu gjørdi av, at nýggi skúlin skuldi vera nakað, sum býurin kundi vera stoltur av. Harumframt skuldi hann byggjast úr haldbarum tilfari við lágum rakstrarkostnaði. Í desembur 2005 vann ArtiCon í kapping við Pihl og MT Højgaard møguleikan at byggja nýggja skúlan. Partalagsavtalan bleiv undirskrivað 9. mars 2006, meðan byggisáttmálin bleiv undirskrivaður 30. august.

Arbeiðið byrjaði 2. oktobur 2006, og skúlin bleiv endaliga latin kommununi 13. desembur 2008, tá 3. og seinasta byggistig bleiv tikið í nýtslu. Articon var heildarveitari og hevði sostatt umframt allar lutir í byggingini eisini ábyrgdina av projekteringini. Tó umsat kommunan sjálv leyst innbúgv og kunningartøkni.

Byggingin fevnur um slakar 5.000m2, sum hýsa 18 vanligum skúlastovum umframt fakstovur til træ- og jarnsmíð, ali- og evnafrøði o.a. Somuleiðis eru umstøðurnar hjá lærarunum gjørdar sera góðar, eins og kantinu- og toilettviðurskifti eru á høgum støði. Sum nakað serligt eru umstøður til sera víðfevnt menturnarligt virksemi í bygninginum, har høli og útbúnaður nøkta tørvin hjá komununi á hesum øki.