Nýggj smoltstøð inni í Dølum á Viðareiði.

Bakkafrost fór í 2015 undir at økja munandi um smoltframleiðsluorku sína, og í hesum sambandi bleiv avtala gjørd við Articon um at standa fyri hesi útbygging. 29. januar 2015 varð fyrsti byggisáttmálin undirskrivaður millum Bakkafrost og ArtiCon, og var hesin um at byggja nýggja smoltstøð inni í Dølum á Viðareiði.

Arbeiðið fór í gongd í juni 2015, og í oktober 2016 stóð smoltstøðin liðug, klár at royndarkoyra og síðani at taka í nýtslu.

Nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrost fevnir um tvær hallir við átta fiskakørum í hvørjari høll við tilhoyrandi biofiltur-hallum. Fyrisitingarhølini liggja millum báðar hallirnar. Bygningurin er umleið 5.700 m2 til støddar.

Aftrat sjálvari smoltstøðini hevur Articon eisini bygt vatngoymslu, reinsiverk og bygning til generatorar.

Articon hevur staðið fyri at projektera bygningin. Spenn hevur havt ábyrgdina fyri statikkinum, og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar hava projekterað EL og HVS.

Fakta

Arbeiðstøka
Heildararbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Bakkafrost
Tíðarskeið
Juni 2015 - oktober 2016
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn