Thor - bygningur á havnarlagnum í Hósvík

Skrivstovu- og goymslubygningurin hjá P/F Thor í Hósvík er eitt dømi um eina verkætlan, har Articon í samstarvi við byggiharran hevur luttikið frá hugskoti til lyklakláran bygning. Bygningurin er ein væleydnað samanbygging av praktiskum goymsluhølum og snotiligum skrivstovuhølum, sum eru karmurin um virksemi felagsins.

Bygningurin er góðar 500 m2 til støddar harav 325 m2 eru goymsla, meðan samlaða gólvvíddin í tveimum hæddum til skrivstovuhølir er 370 m2.

 

Fakta

Arbeiðstøka
Heildararbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Thor P/F
Tíðarskeið
Juni 2002 - mars 2003
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn