Tjarnargarður umvaldur og útbygdur.

Fyrst í 2019 byrjaði fyrsta byggistig at umvæla og útbyggja Tjarnagarð. 4 nýggir kvistar eru gjørdir. Teir eru til saman 307 m2 til støddar. Eitt lyftutorn við tilhoyrandi atkomu og trappu er sett upp, og nærum øll vindeyguni eru skift. Tvær gamlar tekjur eru tiknar av og nýggjar lagdar á. Samlaða tekjan er 1.680 m2 til støddar. Tjarnargarður er eftir um- og útbygging 1.030 m2  í grundvídd. Veggirnir og vesini í búðrumunum í Kristianslon eru varðveitt, meðan restin er skift.

I dag fevnir røktarheimið um 17 búrúm, uppihaldstovu, matstovu og tvey dagtilhald. Harumframt ber til at fáa ergoterapi og fysioterapi á heiminum.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Tórshavnar kommuna
Tíðarskeið
Januar 2019 til apríl 2021
Sáttmálaupphædd
Ikki alment