Nýggj farleið millum Hvannasund og Viðareiði

19. september 2013 var lisitatión á Landsverki, har greiða skuldi fáast á, hvør skuldi gera tunnil og tilhoyrandi vegir í samband við nýggja farleið til Viðareiðis. Fýra fyritøkur luttóku í kappingini um at fáa arbeiðið. Bíligasta tilboðið átti samtakið ”Articon og LNS”. 23.

23. juni 2014 setti táverandi landsstýrismaður á økinum Jørgin Niclasen spakan í fyri tunlinum, og í juli 2015 lat Elinborg Thomasen seinasta skotið av inni í Dølum, og opið var millum Hvannasund og Viðareiði.

Nýggjasti samferðslutunnilin í Føroyum er 1.941 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru 3.722 metrar langir. Íalt er nýggi parturin av farleiðini sostatt 5.663 metrar langur.

Arbeiðið bleiv framt í samtaki við norska felagið LNS, sum boraði, sprongdi og tryggjaði tunnilin, meðan Articon stó fyri flutningi av tunnilstilfari, veiting av sproytibetongi og ger av tunnilsmunn-um. Harumframt stó Articon fyri øllum avgrevstri og vegagerð upp til, at klárt var at leggja asfalt á.

Fríggjadagin 2. september 2016 var hátíðarhald í samband við, at Viðareiðistunnilin varð alment tikin í nýtslu, sjey mánaðir áðrenn ásettu tíðarfreistina fyri, at arbeiðið skuldi vera liðugt.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Landsverk
Tíðarskeið
Juni 2014 - september 2016
Verkætlanarkostnaður
162 mió. kr.