Møguleikarnir fyri at fáa spennandi fakligar royndir eru nógvir í Articon. Vit átaka okkum fjøltáttaðar uppgávur og verkætlanir, sum eru avbjóðandi, spennandi og harvið mennandi.
Fyri okkum er heilt avgerandi at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum er fakliga sterkt. Vit vita, at hetta er fortreytin fyri at fáa bestu starvsfólkini, sum eru grundarlagið undir at kunna veita kundum okkara ta góðu tænastuna, vit eru kend fyri. Um 300 fólk starvast hjá Articon, sí meira um starvsfólk.
Articon er ein leiðandi byggifyritøka í Føroyum, og tí hava vit nógvar starvsmøguleikar at bjóða. Vit seta javnan fólk, og tí kanst tú halda eyga við hesi síðuni, um Articon er nakað fyri teg. Tú kanst eisini sjálvboðin søkja starv hjá okkum við einari lívsgongdarlýsing.
Fyll umsóknarblaðið út ella send okkum eina umsókn, um tú vilt gerast partur av okkum og vera við til at menna okkara góða arbeiðspláss. Tú ert eisini vælkomin at ringja til HR-deildina, um tú um tú vilt hava meira at vita.
BJÓÐA TEG FRAM
Um tú ert áhugað/ur at arbeiða hjá okkum, ert tú vælkomin at skriva teg upp í okkara dátugrunn yvir áhugað starvsfólk. Vit hava altíð brúk fyri dugnaligum starvsfólkum.
Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði. Trýst her fyri at fylla út oyðublaðið.
Heri Kjærbo, HR-leiðari, telefon +298 286 171
Kristina Ejdesgaard, HR-ráðgevi, telefon +298 275 127
Rakul B. Gardar, HR-ráðgevi, telefon +298 286 122 (er í farloyvi)