Nem tær eina dygdargóða yrkisútbúgving hjá ArtiCon

Leitar tú eftir einum læruplássi?
Hjá ArtiCon kanst tú nema tær eina spennandi og mennandi yrkisútbúgving innan verklag, bygging, timburarbeiði og maskinsmiðarbeiði. Eisini er møguleiki fyri skrivstovulæru.

Vit leggja stóran dent á, at okkara lærlingar fáa eina dygdargóða útbúgving við góðum fakligum og persónligum menningarmøguleikum. Samstundis er góður møguleiki fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð.

ArtiCon er ein fyritøka í stórum vøkstri, og tí søkja vit javnan eftir nýggjum lærlingum.

Hví gerast lærlingur hjá ArtiCon?

Sum lærlingur hjá ArtiCon verður tú partur av eini fyritøku, har dygd, trygd og trivnaður eru í hásæti. Tú verður væl móttikin og fært eina góða innleiðslu í arbeiðið og gerandisdagin í fyritøkuni og á byggiplássi.

Tú verður skjótt partur av einum toymi við góðum starvsfeløgum, sum eru til reiðar at hjálpa tær á leiðini. Hjá okkum fært tú møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga, meðan tú ert við til at skapa framtíðarinnar Føroyar.

Vit raðfesta yrkisútbúgvingar høgt og hava millum annað ein árligan lærlingadag við bæði fakligum og sosialum innihaldi. Harumframt hava vit skipaðar lærlingasamrøður, so vit tryggja, at tú mennist og trívist gjøgnum alla lærutíðina. Vit hava eisini regluligar trivnaðarkanningar fyri lærlingar. 

Lærutíðin sum handverkari er vanliga 4 ár, harav 55 vikur eru á Tekniska Skúla í Føroyum. Treytað av útbúgvingarleið kann eisini vera neyðugt at taka partar av skúlagongdini í Danmark.

Ein yrkisútbúgving gevur tær góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og kann eisini vera ein góð leið til víðari lesnað.

Tú er vælkomin at kunna teg meira um hvørja útbúgving fyri seg á niðanfyri leinkjum:

Húsasmiður

Anlegssmið

Byggismið

Maskinsmið

Entreprenørmaskinmekanikari