Útbúgving sum anlegssmiður
Útbúgvingarlongd: 3 ár og 9 mánaðir
Skúlagongd: Danmark. Íalt 50-55 vikur, býttar á 7 skúlaskeið.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.
Byggismiðir, anlegssmiður og steinsetari taka sama 1. skúlaskeið.
Ein anlegssmiður (eisini nevnt verklagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.
Sveinaroyndir eru seinasta fríggjadag í mars og september og kann lærutíðin tí verða longd, alt eftir nær lærlingur byrjar í læru.
Hvar er skúlagongdin?
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fyri hesa útbúgvingina fer fram á donskum skúla. Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvørjum donskum skúlum føroyskir lærlingar hava gingið á seinastu árini.
Danskt heiti: Anlægsstruktør
Sí danskir skúlar her