Útbúgving sum byggismiður
Útbúgvingarlongd: 3 ár og 9 mánaðir
Skúlagongd: Danmark. Íalt 50-55 vikur, býttar á 7 skúlaskeið.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv.
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.
Byggismiðir, anlegssmiður og steinsetari taka sama 1. skúlaskeið
Ein byggismiður arbeiðir mest við byggingini, ið er omaná jørðini. Til hetta krevst vitan um tilfarið, sum skal brúkast til kjallarar, trappur, múrar, vegbrýr, motorvegir og tílíkt.
Sveinaroyndir eru seinasta fríggjadag í mars og september og kann lærutíðin tí verða longd, alt eftir nær lærlingurin byrjar í læru.
Hvar er skúlagongdin?
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fyri hesa útbúgvingina fer fram á donskum skúla. Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvørjum donskum skúlum føroyskir lærlingar hava gingið á seinastu árini.
Danskt heiti: Bygningsstruktør
Sí danskir skúlar her