Útbúgving sum entreprenørmaskinmekanikari
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Ert tú til hvítar skjúrtur og reinar negl? So er hetta kanska ikki nakað fyri teg.
Men um tú ikki ert bangin fyri at fáa olju á hendurnar, skrúva ein motor sundur og fáa hann at virka aftur, so er entreprenørmaskinmekanikaraútbúgvingin júst nakað fyri teg!
Sum entreprenørmaskinmekanikari arbeiðir tú við stórum maskinum sum:
- Gravimaskinum
- Lessimaskinum
- Kranum
- Gummihjólslessimaskinum
Tú lærir at umvæla og viðlíkahalda maskinur og í summum førum eisini at framleiða egnar eykalutir.
Hetta krevur, at tú ert verkliga førur og hevur skil fyri m.a.:
- Motorum
- Hydraulikki
- Elektronikki
- Kjøliskipanum og drívskipanum
- Framkomnari feilfinning og stillingum
Skúlagongd: Danmark
Upptøkukrav: Tú skalt hava fylgt undirvísingini fram til fráfaringarroynd í fólkaskúlanum (9. flokkur)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Sambært sáttmálum hjá handverkarafeløgunum
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Tú lærir at eftirkanna og umvæla maskinur innan byggivinnuna, eitt nú gravimaskinur, rennugravarar og kranar. Umvælingarnar kunnu eitt nú fevna um skift av motorum, stýriliðum, bremsum og koplingum.