Útbúgving sum húsasmiður
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar. Í alt 55 vikur, býttar á 5 skúlaskeið umframt sveinaroyndartíðarskeiðið.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk)
Útbúgvingarlongd við miðnám/FHS: 4 ár. Til ber at søkja skúlan um frítøku fyri almennu lærugreinarnar
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Ein húsasmiður fæst í høvuðsheitum við at smíða hús. Talan kann vera um sethús og aðrar bygningar, umframt onnur byggiarbeiði.
Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Húsasmiðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í, umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.
Hvar er skúlagongdin?
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fyri húsasmiðin kann fara fram á TSK í Klaksvík ella á Glasir.
