Útbúgving sum maskinsmiður
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar, íalt 55 vikur.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd við miðnám/FHS: 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Sum lesandi til maskinsmið fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær.
Undir útbúgvingini lærir tú at framleiða lutir til eitt nú pumpur, vindmyllur, robottar, motorar, flogfør og bilar. Tú fert at fáast við bæði manuellar og automatiskar maskinur.
Maskinsmiðir starvast ymisk støð so sum á skipasmiðjum, verkstøðum og í jarn- og metalídnaðinum.
Sum maskinsmiður arbeiðir tú við stýringstekniskum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýringstekniskar skipanir, tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.
Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at viðlíkahalda og montera høvuðspartarnar av einum motori, at gera minni konstruktiónir av plátu, røri og stálprofilum, og einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av eitt nú rørskipanum, pumpum og ventilum.
Hvar er skúlagongdin?
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi umframt skúlagongd, sum kann fara fram á TSK í Klaksvík ella á Glasir.