STARVSFÓLK
Fyri at veita okkara kundum bestu tænastuna er alneyðugt, at vit hava gott og dugnaligt fólk á øllum økjum. Hetta er púra greitt fyri okkum í ArtiCon.
Starvsfólkahópurin er vælútbúgvin, royndur og breitt samansettur. Við umleið 300 fólkum í starvi er talan um eina sterka og fjøltáttaða eind, ið kann átaka sær alt arbeiði í byggivinnuni á landi, umframt apterings- og timburarbeiði á skipum.
Hjá okkum arbeiða verkfrøðingar, byggifrøðingar, tøkniligir serfrøðingar og fólk við búskaparligum kunnleika, sum leggja lunnar undir og stýra arbeiðnum eftir løgdum ætlanum.
Vit leggja dent á eitt gott, fakligt og trygt arbeiðsumhvørvi, og at okkara starvsfólk hava møguleika fyri menning. Í starvsfólkahópinum er ein sterkur vilji og stoltleiki til at gera arbeiðið til lítar. Vit hava HR og HTU starvsfólk, sum virka fyri dygdini, trygdini og trivnaðinum millum øll starvsfólkini.
Í fyrsta liðinum á staðnum hava vit maskin- og lastbilførarar, spreingimeistarar, jørð- og kloakkarbeiðarar, betongarbeiðarar, timburmenn, snikkarar, skipstimburmenn, múrarar og arbeiðsmenn annars, sum standa klárir at loysa uppgávuna munagott.
Arbeiðið verður skipað í smærri eindir, ið hvør loysir sína uppgávu. Arbeiðsbólkurin verður samansettur til hvørja uppgávu sær. Fakliga umhvørvið hjá starvsfólkunum er gott, og við støðugum skeiðvirksemi verður syrgt fyri at dagføra fakliga kunnleikan hjá starvsfólkinum.