Betongsøla

Articon hevur sera stóra orku til framleiðslu av betongi. Umframt føstu blandistøðina á Hjalla hava vit 2 semimobilar blandistøðir við stórari framleiðsluorku. Somuleiðis hava vit stóra veitingarorku við 3 pumpubilum við 28 metra pumpu, 5 trumlubilum umframt 2 trumlum til trailarar at sleipa. 

Stórur partur av betongframleiðsluni fer til egnar verkætlanir, men vit veita eisini betong til bæði størri og smærri vinnuligar verkætlanir eins væl og til privatfólk til stoyping av sethúsum, grundum, bilhúsum, gólvum o.s.fr.

Betongið verður veitt við ymiskari styrki og ymiskum eginleikum alt eftir, hvørji krøv uppgávan setur til styrki og dygd.

Vit vegleiða fegin, so rætta betongið verður bílagt.

Tit eru vælkomin at venda tykkum til blandimeistaran á telefon 216609

Okkara nýggjasti pumpubilur.

Blandistøðin á Hjalla

 

Vit hava eisini mobilar blandistøðir. Her er mynd av mobilu blandistøðini í norðurøkinum.

Okkara trekkjari kann flyta eina størri nøgd av betong.

 

Klæmint Mittún, leiðari á Bentongsøluni