Bygging
Articon hevur seinastu nógvu árini bygt fleiri stórar og sera ymiskar bygningar. M.a. kunnu nevnast Hoyvíkar kirkja, Skúlin á Argjahamri, nýggja høvuðssætið hjá Bank Nordik, smoltstøðin hjá Bakkafrost Noðuri á Strond, Hotel Brandan og nýggja el-verkið hjá SEV á Sundi.
Felags fyri tær stóru verkætlanirnar er, at Articon ger meginpartin í eginframleiðslu, meðan HVS-, EL- og málaraarbeiði verða gjørd av undirarbeiðstakarum.
Betongarbeiðir
Articon hevur líka síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt sera nógv við betong. Tí er tað í felagnum ein sterkur kunnleiki innanfyri hetta arbeiðsøkið. Hesin kunnleikin verður styrktur av, at Articon framleiðir og veitur betong. Umframt at hava nógvar royndir og kunnleika innan betongarbeiðið, so er Articon – sum nakað nýtt í Føroyum – farið at útbúgva fólk innan betongarbeiði. Tað eru í løtuni fleiri lærlingar hjá Articon, ið útbúgva seg til byggismið við sergrein innan betong, forskalling og bygging yvirhøvur.


Timbur og snikkara arbeiðir
Articon hevur síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt sera nógv innanfyri hesi arbeiðsøkini, og hava ein stóran starvsfólkahóp við sera nógvum royndum. Starvsfólkahópurin fevnir um bæði roynd starvsfólk við viðkomandi útbúgving innan øki og lærlingar undir útbúgving. Articon kann tí loysa bæði truplar og stórar uppgávur innan timbur- og snikkaraarbeiði.


Renovering.
Articon hevur síðani tað var sett á stovn, arbeitt við umvælingum. Hetta er bæði størri og smærri umvælingar innan flestu arbeiðsøkir, sum Articon arbeiðir innanfyri. Tað er bæði innan bygningar, rør- og lendisarbeiði, umframt renovering av skipum. Hetta er eitt arbeiðsøkið, sum Articon hevur førleikar innanfyri á nógvum ymiskum fakøkjum.

El- arbeiðir
Seinastu árini hevur Articon virka meira fyri at góðskutrygga EL-tilboð og virksemi í teimum ymisku verkætanum. Við dugnaligum starvsfólki hava vit í dag serkunnleika innan EL, sum gagnar kundaskaranum hjá felagnum. Er talan um størri EL-uppgávur, sum krevja nógv arbeiðsfólk, so hevur Articon eisini royndir og førleikar, at stýra hesum arbeiðum.
Stálmontaga
Articon hevur drúgvar royndir innan stálmontagu. Articon hevur sett nógvar stálkonstruktiónir upp gjøgnum árini, bæði sum standardhøllir, men eisini serframleitt stál í samband við størri verkætlanir. Tað hevur verið við til at styrkja kunnleikan innanhýsis í Articon, til hetta arbeiðsøki. Kunnleikin er tí bæði innan uppsetan, projektering og stýring av uppsetanini. Umframt hetta hevur Articon eitt stálverkstað ið kann hjálpa til, um avbjóðingar eru við stálkonstruktiónum.


Torleif Waagstein
Rakstrarstjóri/COO
Telefon +298 216 122