Articon hevur líka síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt sera nógv við betong. Tí er tað í felagnum ein sterkur kunnleiki innanfyri hetta arbeiðsøkið. Hesin kunnleikin verður styrktur av, at Articon framleiðir og veitur betong. Umframt at hava nógvar royndir og kunnleika innan betongarbeiðið, so er Articon – sum nakað nýtt í Føroyum – farið at útbúgva fólk innan betongarbeiði. Tað eru í løtuni fleiri lærlingar hjá Articon, ið útbúgva seg til byggismið við sergrein innan betong, forskalling og bygging yvirhøvur.