Skipstimburarbeiði

Articon hevur síðani síðst í 2001, tá felagið keypti Byggi Service, havt eitt dugnaligt toymi av skipssnikkarum, sum bæði hava havt drúgvar royndir og førleikar innan skipstimburfakið, ið er nakað serligt í mun til timburarbeiði á landi.

Felagið hevur sostatt førleikar at loysa nógvar ymsar uppgávur umborð á skipum og bátum. Hetta er galdandi, bæði tá talan er um nýbyggingar og umvælingar.

Felagið gjørdi m.a. apteringsarbeiðið, tá Thor bygdi skipini Thor Alpha og Thor Omega, eins og Byggi-Service gjørdi apteringsarbeiðið umborð á strandfaraskipinum Teistin, tá hesin bleiv bygdur.

Tá gomul skip verða keypt til landið, skulu oftast gerast ymsar umvælingar og ábøtur, so skipið lýkur krøvini frá Skipaeftirlitinum. Í slíkum førum kann Articon taka sær av arbeiðnum skjótt og væl, tí vit hava drúgvar royndir á økinum. Um arbeiðið skal gerast á brúnni, í messu ella uppihaldsrúmum í lastini ella aðrastaðni, eru vit til reiðar.

Á timbur- og  snikkaraverkstaði okkara við kajkantin á Skála hava vit altíð teir mest nýttu lutirnar til skipstimbur uppgávurnar á goymslu. Fyri kundan merkir hetta, at vit kunnu veita skjóta hjálp til bráðfeingisuppgávur.