Verkstaðið hjá Articon byrjaði sítt virksemið í 2006. Síðan tá er virksemið vaksið nógv, og við gott 20 starvsfólkum eru savnaðir nógvir góðir førleikar og drúgvar royndir á øllum økjum, sum hoyra einum entreprenør verkstaði til.
Góðkendur Volvo verkstaður
Verkstaðið er ein góðkendur Volvo verkstaður. Hetta merkir, at vit hava KT útgerð og testarar til allar Volvo gravimaskinur og dumparar. Okkara starvsfólk eru upplærd og góðkend av Volvo Danmark. Vit kunnu sostatt veita ein skjóta og góða tænastu til allar Volvo kundar, tá tað kemur til gravimaskinur og dumparar.
Mekanisk
Vit umvæla alskyns mekaniskar og hydrauliskar maskinur og tól. Til dømis hava vit drúgvar royndir at umvæla “Manitou” lyftir, dumparar, maksinur. Vit gera eisini eftirlit og umvælingar av lastbilum, um okkurt er brotið, eins og tá talan er um sýn.
Stál
Vit gera nógv ymist stálarbeiði til bygningar og havnargerðir ella hvør tørvurin er í eini hvørjari verkætlan. Eisini umvæla vit skuffur og skiftir til gravmaskinur eins og onnur stálarbeiðir.
Goymsla
Gloymsla okkara liggur inni við hópin av eykalutum og ymiskari útgerð í samband við umvælingar av entreprenør-maskinum. Goymslan kann til eina og hvørja tíð bíleggja eykalutir eftir tørvi hjá kundum.
Goymslan selur allar eykalutir til Volvo entreprenørmaskinur, eins og oljur og eykalutir til bilar og maskinur frá øðrum framleiðarum.
Verkstaðið liggur á Hjalla 20, á Sandvíkarhjalla, men vit veita fegin tænastur úti á byggiplássum ella hvar tørvur kundans íkemur.
Samband við verkstaðið
Tit eru altíð vælkomin at ringja á telefon +298 350710 ella senda ein teldupost á verkstadid@articon.fo
Bárður Árnason, verkstaðsleiðari
Telefon +298 216 102