18-09-2025

Almenn móttøka í sambandi við leiðsluskifti í Articon

Articon bjóðar til almenna móttøku fríggjadagin 3. oktober klokkan 15-17 í hølum felagsins
á Hjalla 20 í Hoyvík.

Móttøkan verður hildin í sambandi við leiðsluskiftið í felagnum. Frá 1. oktober lata
stovnararnir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen ábyrgdina víðari eftir mong ár við róðrið.
Báðir halda fram sum nevndarlimir í felagnum. Nýggi leiðslubólkurin verður mannaður við
Sunnvard Andreasen sum stjóra (CEO), Torleif Waagstein sum rakstrarstjóra (COO) og
Christian Danielsen sum fíggjarstjóra (CFO).

Vit gleða okkum at bjóða til eina hugnaliga løtu við røðum, tónleiki og ábiti, har gestir eisini
fáa høvi at heilsa upp á fráfarandi og nýggju leiðsluna. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.