12-05-2022

Útstykkingin í Leirvík skjótt liðug

Tað er komið so langt við arbeiðinum at stykkja út fyri nýggjum grundstykkjum í Leirvík, at nú verður asfalt lagt á vegirnar. Annað arbeiði er tað mesta gjørt, eitt nú avgrevstur, planering, kloakk- og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum. Samstarvið við Eysturkommunu og Teknistovuna GØTU, El-Teknik, EM Asfalt, SEV og NET hevur verið sera gott. Útstykkingararbeiðið skuldi vera liðugt í september í ár, men hevur gingið so væl, at tað verður liðugt longu í summar.