49B2a948 E622 44Dc 9043 1Fd83cdbf929 Edited
27-05-2025

Hakin settur í til Røktarheimið á Stórubrekku

Fyrst í apríl skrivaðu ArtiCon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um nýggja røktarheimið við Stórubrekku. Skrivað varð millum annað:
“Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Afturat røktarheiminum vera starvsfólkahølir og -hentleikar, fleirnýtissalur, høli til venjingar- og virkistilboð, tænastuøki við vælveru- og røktartilboðum, stórkøkur, vaskarí o.a.”
Seinnapartin í dag var hátíðarhald í samband við, at fyrsti hakin varð settur í til Røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík.
Mett byggitíð er 2 ár og 8 mánaðir. Arbeiðið fer ígongd skjótast gjørligt, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.