12-12-2025
Sonja liðug við sveinastykkið
Sonja Simonsen, timburlærlingur, er liðug við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini sum húsasmiður. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Tekniska skúla í Klaksvík í dag.
Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Sonja verður útlærd. Vit ynskja Sonju hjartaliga tillukku við sveinastykkinum og alt tað besta í framtíðini.
Á myndini síggja vit Sonju Simonsen, lærling, avmyndaða saman við arbeiðsleiðarum hennara í lærutíðini, Jóhan Sørensen og Dánjal Sørensen.
Sunnvard Andrasen, stjóri hjá Articon, helt gestarøðuna í sambandi við prógvhandanina á Tekniska skúla í dag.

