![164623941 1032133797314888 6114251688269505020 N](https://articon.cdn.fo/savn/2023/164623941_1032133797314888_6114251688269505020_n.jpg?width=667&rmode=upscale&s=8ncL6iP8fX2MwD-5lLHwy7J-c6o)
05-04-2021
Articon í Vágatunlinum
Articon arbeiðir í løtuni náttararbeiði í Vágatunlinum. Uppgávurnar eru so at siga tær somu sum í Norðoyatunlinum. Vegøksl og føringskantur verður stoyptur báðumegin, og nýggir háspenningskaðlar skulu leggjast. Síðan skal planerast við nýggjum skervi, soleiðis at tað er klárt at stoypa vegøkslina. Í vegøksl verða útsparringar gjørdar til markeringsljós.
Tá føringskanturin, sum verður stoyptur við serstakari maskinu, er stoyptur, skulu háspenningskaðlar hjá SEV leggjast út og afturum føringskantin.
Arbeiðið verður væntandi liðugt síðst í apríl mánaða.