
Læknamiðstøðin í Gøtudali liðugt útbygd
Í síðstu viku varð liðugt at útbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali, og arbeiðið varð avhendað byggiharranum í dag. Nýggi bygningurin er 28 metrar langur, 10 metrar breiður og er allur í einari hædd.
Hóast bæði streyka og summarferia vitjaðu á vegnum, hevur arbeiðið gingið sera væl.
19. juni í fjørð varð flagið loyst, og farið varð undir jørðarbeiðið. Samstundis varð farið at smíða elementini til bygningin. Hetta var í elementhøllini hjá ArtiCon á Sundi, har bæði timbur- og betongelement verða framleidd.
Hálvan september vórðu elementini liðug og uppsett, og hálvan oktober byrjaði inniarbeiðið.
Í dag, 17. januar, varð nýggi bygningurin so avhendaður.
Hetta er sostatt ein sólskinssøga um, at hóast okkurt hopp var á leiðini, tók tað bara seks mánaðir at avgreiða verkið.
Vit takka øllum fyri gott samstarv og ynskja Eysturkommunu hjartaliga til lukku við nýggju læknamiðstøðini.