10-01-2026
Verkstaðurin hjá Articon hevur rundað 2000 dagar uttan arbeiðsóhapp við fráveru.
Articon kann fegnast um, at verkstaðurin nú hevur rundað 2000 dagar uttan arbeiðsóhapp við fráveru. Hetta er úrslitið av einum miðvísum og skipaðum arbeiði við trygd og fyribyrging í dagliga virkseminum, har trygdarumboð, starvsfólk og leiðsla eru ein týðandi partur.
– “Vit arbeiða við eini null-hugsjón, og hetta krevur, at vit halda fram við sama miðvísa arbeiði við at byggja eina sterka trygdarmentan, har øll koma trygt heim hvønn dag,” sigur Evelyn Gaard, HTU-leiðari hjá Articon.
Vit ynskja okkara starvsfólkum á verkstaðnum hjartaliga tillukku við teirra sera flotta avriki og gleða okkum til enn fleiri tryggar dagar.
